Du er ikke logget ind
Del
Tilbage
Billede af materialet Poul F. Joensen ( 1 )
OnlineTVOptagelse
Poul F. Joensen ( 1 )
7.-10. klasse Ungdomsuddannelser Voksenuddannelser

KVF

Poul F. man vera ein hin kendasti og best umtókti føroyski yrkjarin. Í nýggjari tíð hevur fólkasangarin Hanus G. Johansen veitt honum stórfingna uppreisn við sínum mongu sangtulkingum av yrkingum hansara. Poul F. er gitin sum samfelagsrevsandi yrkjari, ivaleyst hin fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Djarvur og bersøgin lýsti hann við broddi, speii og skemti evni, sum vóru forboðin og viðbrekin. Hann dugdi kortini annað enn at prika og øsa. Hann var fullbúgvið skald, hevði hollan málsligan førning og vítt útsýni, fosturlandsalskur rennur úr nógvum yrkingum, kvinnuni fagnar hann eisini við heitum og sansaligum orðum, men undir øllum bilgist kortini høvundans djúphugsan um tilveru og ævinleika. Í fyrra parti av nýggju stuttrøðini um Hargaskaldið, fáa vit søguna um barnaárini í Sumba fyrst í farnu øld, um lestrarárini í Havn, árini sum lærari og familjumaður í Froðba, um frumútgávuna "Gaman og álvara", rumblið um lærarastarvið, sum endaði við, at hann fór úr hesum yrki longu í 1926, um royndirnar at fóta sær sum verkamaður og dagleigari, um vaksandi rúsdrekkanýtslu og tráan eftir viðurkenning, og um persónligan sorgarleik.


"Poul F. Joensen ( 1 )" er en del af

Serie
Poul F. Joensen

Side
af

Log ind og få adgang

Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialet

Sendingarnar lýsa væl Poul F. Joensen og yrkingar hansara, bæði við myndum og frásøgnum frá væl vitandi heimildarfólkum.Tær egna seg væl saman við undirvísing í yrkingum eftir Poul F. ella til undirvísing í føroyskum bókmentum sum heild. Hóskandi til undirvísing í hádeild og á miðnámi og/ella til lærarafyrireiking.

Filmfotograf
Hans Petur Hansen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Suni Merkistein
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2020
Faustnummer
CFUTV1141039
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 07.53