Du er ikke logget ind
Del
Tilbage
Billede af materialet Poul F. Joensen ( 2 )
OnlineTVOptagelse
Poul F. Joensen ( 2 )
7.-10. klasse Ungdomsuddannelser Voksenuddannelser

KVF

Í seinna partinum í nýggju stuttrøðini um Hargaskaldið Poul F. verður greitt frá áhaldandi stremban hansara at verða viðurkendur sum eitt av fremstu skaldum í Føroyum. Poul F. kendi seg at vera fyri vanbýti og mismuni sum eitt umstrítt og forfjónað útjaðaraskald. Hann fór í hernað móti tí, ið hann skírdi hitt mentanarliga parnassið í Havn. Hann kennir seg tvíbýttan. Heimkærur er hann sum fáur, og unnist tí best í Suðuroy. Túrarnir á seiðabergi eru honum styrkjandi og linnandi til likams og sálar. Kortini kennir hann seg einsamallan og skerdan, tí í Suðuroy er ikki eitt livandi bókmentaligt og mentanarligt umhvørvi sum í Havn. Honum leiðist við dagliga gerningin sum traðar- og verkamaður, og iðrar seg óivað um, at hann kendi seg noyddan at siga lærarastarvið frá sær, tó at hann vildi vera við, at lærarayrkið var mest andsoyðandi starv, ið hugsast kann. Kanska er tað ein grundleggjandi mistrivnaður, sum ger, at hann er nóg so váttligur. Barngóður var hann kortini sum fáur annar, og við abbabørnini var hann alskin og eymur. Hann fer aftur á slóðina at yrkja kvæði, vit hoyra um jólaferð til Sumbiar, og hvussu sterk løtan kendist honum, tá ið bygdamenn hansara 2. jólakvøld fóru á gólv við kvæði hansara, "Stríðið á Húnalandi". Hóast hann á seinni árum varð heiðraður við almennum viðurkenningum sum rithøvundur og yrkjari, kendi hann seg øll árini forsmáddan. Stóra endurvekingin, sum Hanus G. Johansen fleiri ár seinni íbirti við sínum fólksligu sangum av hansara yrkingum, rungar nú sum eitt ekkó av tí, ið Poul F. í kenning plagdi at siga, og onnur tá flentu at: eg livi, um eg doyggi!


"Poul F. Joensen ( 2 )" er en del af

Serie
Poul F. Joensen

Side
af

Log ind og få adgang

Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialet

Sendingarnar lýsa væl Poul F. Joensen og yrkingar hansara, bæði við myndum og frásøgnum frá væl vitandi heimildarfólkum.Tær egna seg væl saman við undirvísing í yrkingum eftir Poul F. ella til undirvísing í føroyskum bókmentum sum heild. Hóskandi til undirvísing í hádeild og á miðnámi og/ella til lærarafyrireiking.

Filmfotograf
Hans Petur Hansen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Suni Merkistein
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2020
Faustnummer
CFUTV1141041
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.03