Du er ikke logget ind
Del
Tilbage
Billede af materialet Ebba Hentze
OnlineTVOptagelse
Ebba Hentze
7.-10. klasse Ungdomsuddannelser Voksenuddannelser

KVF

Ebba Hentze var øðrvísi enn føroyskar kvinnur flestar. Eftir kríggið fór hon at lesa bókmentir og málfrøði á donskum universiteti. Hon las í fleiri londum í Evropa, eisini á kenda lærdómsstovninum Sorbonne í París. Hon gjørdi mentanarsendingar í danska útvarpinum og arbeiddi sum týðari og ráðgevi hjá danska forlagnum Gyldendal. Har týddi hon meira enn hálvthundrað bøkur úr fremmandum málum til danskt. Fyrst í 70-unum flutti hon aftur til Føroyar at búgva. Hon fekk alstóran leiklut sum týðari, ráðgevi, íbirtari og rithøvundur í føroyskum bókmentum. Hon varð heiðrað við barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs, virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik, við Mentanarvirðisløn Landsins, við Sømdargávu Landsins og sum heiðurslimur í Rithøvundafelag Føroya. Hon fekk eisini virðislønir í øðrum londum. Ebba var ein persónligheit. Hon var umstrídd og gátufør. Hon hevði sínar vinir, men stygdi mong frá sær. Til endans var hon ógvuliga einsamøll. Nakrar av loynidómum sínum tók hon við sær í grøvina. Eingin fekk at vita hvørji hennara veruligu foreldur vóru, ella tíansheldur hvussu gomul hon var. Sín egna kynssamleika duldi hon eisini sum mansmorð. Hon fór líka gátufør av verðini, sum hon kom inn í heimin nøkur og fýrs ár frammanundan.


Side
af

Log ind og få adgang

Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialet

Filmurin lýsir væl Ebbu og bókmentaliga virksemi hennara. Hann egnar seg væl saman við undirvísing í bókmentum eftir Ebbu Hentze ella til undirvísing í føroyskum bókmentum sum heild. Eisini egnar filmurin seg væl til undirvísing í dokumentarfilmi sum tekstslag. Hóskandi til undirvísing í hádeild og á miðnámi og/ella til lærarafyrireiking.

Fotograf
Bjarni Árting Rubeksen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Suni Merkistein
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2017
Faustnummer
CFUTV1141043
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.06