Tilbage
O, móðurmál ( 2 )
KVF
Stutt eftir, at Føringafelag er stovnað í 1888 og Føringatíðindi, fyrsta avís, skrivað á føroyskum, kemur út í 1890, tekur seg upp tvístøða um føroyska skriftmálið. Málfrøðingurin Jakob Jakobsen mælir til eina ljóðfrøðiliga stavseting heldur enn hina upprunafrøðiligu málskipanina hjá Hammershaimb. Í 1895 verður samtykt uppskot um Broyting, sum er ein linking í Hammershaimbs-stavsetingini, men mótstøðan er stór, og sum frá líður verður gingið frá semjuni um Broyting. Føringafelag klovnaði av harða stríðnum, og í 1906 fáa vit politiskt floksbýti á tingi. Tann breiða tjóðskaparrørslan er syndrað av innanhýsis málstríði. Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju- og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi. Í 1912 verður tann umstrídda grein 7 samtykt, ið ásetur, at danskt er kenslumál í Føroyum. Eldsálir strevast kortini uttan íhald at vinna føroyskum betri sømdir. Í 1930-árunum fæst politiskur meiriluti í Føroyum fyri kravinum um, at føroyskt verður javnsett við danskt í kirkju og skúla. Sagt verður eisini frá lyklapersónum í málstríðnum; V.U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen, Fríðrik Petersen, Jákup Dahl, A.C. Evensen o.a.
Nú er tann stundin
7.-10. klasse
Ungdomsuddannelser
Voksenuddannelser

Log ind og få adgang
Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialetSendingin lýsir sera væl týðandi søguligar hendingar í føroysku málsøguni, bæði við myndum og frásøgnum frá væl vitandi heimildarfólkum. Filmurin hóskar væl til undirvísing í málsøguligum viðurskiftum og eisini til undirvísing í dokumentarsending sum tekstslag. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.
Filmfotograf
Hans Petur Hansen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Suni Merkistein
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2016
Faustnummer
CFUTV1141044
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.07