Tilbage
Myndlist í Føroyum ( 10 )
KVF
Hóast tey flestu føroysku listafólkini arbeiða við einum abstraktum myndamáli, so benda formar og rørslur í málningum og myndum annars javnan aftur á náttúruna. Astrid Andreasen úr Vestmanna arbeiðir við ull. Í sínum teppum skapar hon mangan eitt afturljóð av náttúruni. Jóna Rasmussen úr Havn roynir nýggjar leiðir í sínum grafikki. Myndamál hennara er í stóran mun abstrakt. Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði hevur funnið seg sjálva í einum ímyndandi stíli, har hennara trúarliga sinni fær andarúm. Kári Svensson er heldur onki undantak. Ofta fær áskoðarin eina kenslu av bjargalendi við klettum, rókum og drongum. Olivur við Neyst úr Klaksvík hevur hinvegin førkað seg nærri tí bygda umhvørvinum. Torbjørn Olsen úr Havn er tann málarin síðani Mikines, ið hevur gjørt mest við at mála andlitsmyndir
Áhugin fyri list kyknaði í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit staðfesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum.
7.-10. klasse
Ungdomsuddannelser
Voksenuddannelser

Log ind og få adgang
Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialetRøðin lýsir sera væl myndlistasøgu Føroya, bæði við myndum og frásøgnum. Røðin hóskar væl til undirvísing í føroyskari myndlistasøgu sum heild, myndlist í ávísum tíðarskeiðum ella ávísum myndlistafólkum. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.
Astrid Andreasen (1948)
for billedkunstundervisning
for færøskundervisning
føroysk listafólk
føroysk málningalist
føroysk myndlist
føroyskir listamálarar
Jóna Rasmussen (1946)
Kári Svensson (1954)
listafólk
listasøga
myndlistafólk
Olivur við Neyst (1953)
Sigrun Gunnarsdóttir (1950)
Torbjørn Olsen (1956)
Filmfotograf
Nils Aage Jensen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Bárður Jákupsson
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2002
Faustnummer
CFUTV1141046
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.09