Tilbage
Myndlist í Føroyum ( 6 )
KVF
Í 1933 málaði ein 15 ára gamal hegnigur leirvíksdrongur, Jóannes Kristiansen, eina vakra vatnlitamynd av heimbygdini. Sum ungur fór hann til Keypmannahavnar, og í 1944 kundi hann byrja á kunstakademinum. Sum frá leið gjørdist hann kendur í Føroyum sum leirvíksmálarin. Hóast hann var útiseti burturav, so kendi hann seg tætt knýttan at føroyskari náttúru - serliga barndómsins landsløgum. Elinborg Lützen úr Klaksvík er helst tað listafólk, sum mest hevur víst okkum tað mýtisku megina, ið býr í føroyska landslagnum. Við pennatekningum sínum tulkar hon ta føroysku náttúruna sum ævintýranna heimstaður. Í 1957-58 fór hon av álvara at arbeiða við grafikki. Hon skapti síni listarligu stórverk við linoskurðum. Vit hoyra eisini um eitt nú Marionnu Matras og William Heinesen. Hugflogið hjá Williami var óavmakrað. Hann var skrivandi maður og metti myndlistina sum eitt kærkomið ítriv, men gávuríkur sum hann var, hevur hann skapað stórverk eisini á hesum øki
Áhugin fyri list kyknaði í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit staðfesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum.
7.-10. klasse
Ungdomsuddannelser
Voksenuddannelser

Log ind og få adgang
Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialetRøðin lýsir sera væl myndlistasøgu Føroya, bæði við myndum og frásøgnum. Røðin hóskar væl til undirvísing í føroyskari myndlistasøgu sum heild, myndlist í ávísum tíðarskeiðum ella ávísum myndlistafólkum. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.
Filmfotograf
Nils Aage Jensen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Bárður Jákupsson
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2002
Faustnummer
CFUTV1141047
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.10