Tilbage
O, móðurmál ( 3 )
KVF
Tó at stríðið at vinna føroyskum heiðurssess í kirkju og skúla varð vunnið, skuldu stóru tøkini at menna føroyskt sum alment mál í Føroyum takast árini eftir Seinna Heimsbardaga. Hugsjónarmenn ganga undan í hesum strevi. Í Keypmannahavn ganga í 40-árunum útisetar við føgrum dreymum um at skapa eitt føroyskt vísindamál á hægri lærdómsstovni í Føroyum. Framskygdir lærarar ásanna stóra tørvin á undirvísingartilfari á føroyskum og fara sjálvir at skriva bøkur til skúlabrúks. Málsliga væl skøddir rithøvundar styrkja føroyskt sum bókmentamál við dygdarskaldskapi í bundnum og óbundnum máli. Nýggjur loftmiðil fær brátt støðu sum málsligur mentanarberi. Søgur og sangir á føroyskum gerast alt vanligari. Í 1974 kyknar upp nýtt málstríð í Føroyum. Næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum seta prógvið í veð, tá teir krevja at tosa føroyskt í munnligari próvtøku. Trætan elvir til politiskt rumbul í Føroyum og Danmark. Um aldamótið fara føroyskar orðabøkur at koma út í stórum tali. Forlagið Sprotin setur nýggja dagskrá á hesum øki. Men føroyingar eru framvegis ósamdir um móðurmálið. Málfelagið er í andstøðu til almenna Málráðið og hevur at Setursføroysku málkósini, tey rópa, og ávarar um málsliga fremmandagering. Stóra avbjóðingin hjá føroyskum nú á døgum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás á øllum mótum. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?
Um nú nýggjar øldir líða
7.-10. klasse
Ungdomsuddannelser
Voksenuddannelser

Log ind og få adgang
Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialetSendingin lýsir sera væl týðandi søguligar hendingar í føroysku málsøguni, bæði við myndum og frásøgnum frá væl vitandi heimildarfólkum. Filmurin hóskar væl til undirvísing í málsøguligum viðurskiftum og eisini til undirvísing í dokumentarsending sum tekstslag. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.
Filmfotograf
Hans Petur Hansen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Suni Merkistein
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2016
Faustnummer
CFUTV1141048
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.10