Tilbage
Myndlist í Føroyum ( 7 )
KVF
Frimod Joensen var Føroya fyrsti naivistiski málari. Hann var sjálvlærdur, og við óspiltari frásagnargleði endurgevur hesin litglaðio málarin heiman av Sandi landslagið uttanum seg. Veruleikin, sum hann fatar hann, skal uttan hóvasták endurgevast eins beinleiðis, og hann verður uppfataður. Frimod málaði eisini ein hóp av sjálvsmyndum. Hjá honum var onki myndaevni ov banalt. Hann málaði sítt svára einsemi, sín longsul og sínar dreymar. Í sendingini skulu vit millum annað eisini hoyra um tveir listamenn úr Mikladali, Hans Hansen og Fridtjof Joensen. Hans var í Íslandi undir krígnum og lærdi til húsamálara. Tá hann sá málningarnar hjá stóra íslendska listamanninum Kjarval, gjørdi hann av at vera listamálari. Fridtjof Joensen var maskinmeistari. Hann sigldi við trolara og arbeiddi síðani sum smiður. 47 ára gamal tók hann ta óvanligu avgerðina at fara á myndahøggaraskúlan á kunstakademiinum í Keypmannahavn
Áhugin fyri list kyknaði í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit staðfesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum.
7.-10. klasse
Ungdomsuddannelser
Voksenuddannelser

Log ind og få adgang
Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialetRøðin lýsir sera væl myndlistasøgu Føroya, bæði við myndum og frásøgnum. Røðin hóskar væl til undirvísing í føroyskari myndlistasøgu sum heild, myndlist í ávísum tíðarskeiðum ella ávísum myndlistafólkum. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.
Filmfotograf
Nils Aage Jensen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Bárður Jákupsson
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2002
Faustnummer
CFUTV1141051
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.15