Du er ikke logget ind
Del
Tilbage
Billede af materialet Myndlist í Føroyum ( 9 )
OnlineTVOptagelse
Myndlist í Føroyum ( 9 )
7.-10. klasse Ungdomsuddannelser Voksenuddannelser

KVF

Havið hevur alstóran týdning fyri Trónd Patursson. Hann hevur siglt um øll havsins høv. Listarligu útbúgving sína fekk hann í Keypmannahavn, Voss og Oslo. Hjá Maritu Nattestad eru litir og formar heilt óbundnir av nøkrum líkskapi ivð náttúruna. Kvinnan á Skipanesi er hinvegin ein av okkara fáu abstraktekspressionistisku málarum. Eisini hitta vit Amariel Norðoy, sum er ein av teimum listamonnunum, ið gera nógv burturúr einum føstum tema. Amariel hevur útbúgving av listaakademiinum í Keypmannahavn, bæði á málaraskúla og grafiskum skúla. Eyðun av Reyni tekur støði í tí litríka koloristiska landslagsmálninginum, ið eyðkennir føroyska málningalist eftir kríggið
Áhugin fyri list kyknaði í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit staðfesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum.


"Myndlist í Føroyum ( 9 )" er en del af

Serie
Myndlist í Føroyum

Side
af

Log ind og få adgang

Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialet

Røðin lýsir sera væl myndlistasøgu Føroya, bæði við myndum og frásøgnum. Røðin hóskar væl til undirvísing í føroyskari myndlistasøgu sum heild, myndlist í ávísum tíðarskeiðum ella ávísum myndlistafólkum. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.

Filmfotograf
Nils Aage Jensen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Bárður Jákupsson
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2002
Faustnummer
CFUTV1141053
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.16