Tilbage
Myndlist í Føroyum ( 4 )
KVF
Eftir seinna heimsbardaga komu teir føroyingar heimaftur, sum vóru staddir í Danmark undir krígnum. Millum teirra var eitt nýtt ættarlið av listafólkum, sum av álvara hevði ment seg í útlegdini. Tey vóru full av góðum vónum - eldhugað og sinnað at virka fyri eini nýggjari framtíð. Sum frá leið vaks fram eitt listarligt umhvørvi í høvuðsstaðnum. Í hesum parti hoyra vit um tey listafólk og teir persónar, ið myndaðu hetta umhvørvið í ártíggjunum eftir kríggið. Millum aðrar Jack Kampmann, Bent Restorff, Janus Kamban og Mikines, sum gjørdi eina roynd at búseta seg aftur í Føroyum. Vit hoyra eisini um persónar, sum høvdu avgerandi týdning fyri menningina av listini, millum aðrar Nonnegaard-Pedersen
Áhugin fyri list kyknaði í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit staðfesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum.
7.-10. klasse
Ungdomsuddannelser
Voksenuddannelser

Log ind og få adgang
Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialetRøðin lýsir sera væl myndlistasøgu Føroya, bæði við myndum og frásøgnum. Røðin hóskar væl til undirvísing í føroyskari myndlistasøgu sum heild, myndlist í ávísum tíðarskeiðum ella ávísum myndlistafólkum. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.
Filmfotograf
Nils Aage Jensen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Bárður Jákupsson
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2002
Faustnummer
CFUTV1141093
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 10.50