Du er ikke logget ind
Del
Tilbage
Billede af materialet Myndlist í Føroyum ( 2 )
OnlineTVOptagelse
Myndlist í Føroyum ( 2 )
7.-10. klasse Ungdomsuddannelser Voksenuddannelser

KVF

Landslagslistin tók seg upp í Føroyum um ár 1900. Serliga vóru tað Niels Kruse, Kristin í Geil og Jógvan Waagstein, sum - í tráð við vaksandi tjóðskaparkensluna - høvdu ans fyri føroyska lands- og bygdalagnum. Skjótt var, at eisini aðrir tóku táttin upp. Sjálvlærdir landslagsmálarar ferðaðust í 1920- og 30-árunum kring oyggjarnar og málaðu føgur útsýni yvir fjørð og sund, bygdarløg og býlingar. Eisini henda grein av listini mentist, sum árini liðu. Kendasta umboðið fyri hesar málararnar man vera Sigmundur Petersen. Aðrir gingu aðrar leiðir. William Heinesen hevur helst fingið íblástur frá vaksandi áhuganum fyri sagnum og ævintýrumí grannalondunum. Í 1920-árunum teknaði William Heinesen nógvar av teimum myndunum av eitt nú trøllum og huldufólkum, sum eru kendar tann dag í dag. Serliga í 1920-árunum kann fyrstu ferð tosast um eitt føroyskt listaumhvørvi. Hóast enn ikki er talan um listafólk, sum liva av listini eina, so vóru hesi árini merkt av eldhuga og nýskapan og einari kenslu av at byggja land
Áhugin fyri list kyknaði í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit staðfesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum.


"Myndlist í Føroyum ( 2 )" er en del af

Serie
Myndlist í Føroyum

Side
af

Log ind og få adgang

Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialet

Røðin lýsir sera væl myndlistasøgu Føroya, bæði við myndum og frásøgnum. Røðin hóskar væl til undirvísing í føroyskari myndlistasøgu sum heild, myndlist í ávísum tíðarskeiðum ella ávísum myndlistafólkum. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.

Filmfotograf
Nils Aage Jensen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Bárður Jákupsson
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2002
Faustnummer
CFUTV1141096
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 10.53