Du er ikke logget ind
Del
Tilbage
Billede af materialet Myndlist í Føroyum ( 3 )
OnlineTVOptagelse
Myndlist í Føroyum ( 3 )
7.-10. klasse Ungdomsuddannelser Voksenuddannelser

KVF

Føroya fyrsti professionelli myndlistamaður varð borin í heim á eini fjarskotnari oyggj, og tók hann navn eftir oynni. Sámal Joensen-Mikines tók eina tá í tíðini heilt óvanliga avgerð, tá hann valdi at gerast listamaður. Gjørdi hann sum unglingar flestir í Føroyum tá, fór hann til skips. Hann kundi síðani sett búgv og livað sum sluppmaður og jarðarbrúkari. Mikines búði ein stóran part av lívinum í Danmark, og í sendingini skulu vit millum annað hoyra um nakrar av hansara mest kendu málningum, eitt nú "Aftur av jarðarferð" og málningarnar av grindadrápi
Áhugin fyri list kyknaði í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit staðfesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum.


"Myndlist í Føroyum ( 3 )" er en del af

Serie
Myndlist í Føroyum

Side
af

Log ind og få adgang

Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialet

Røðin lýsir sera væl myndlistasøgu Føroya, bæði við myndum og frásøgnum. Røðin hóskar væl til undirvísing í føroyskari myndlistasøgu sum heild, myndlist í ávísum tíðarskeiðum ella ávísum myndlistafólkum. Hóskandi til næmingar í hádeild og á miðnámi.

Filmfotograf
Nils Aage Jensen
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Bárður Jákupsson
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2002
Faustnummer
CFUTV1141100
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 10.54