Tilbage
Serie
Sámal Joensen-Mikines
Føroysk dokumentarsending í tveimum pørtum um málaran Sámal Joensen-Mikines. Mong hildu Mikines vera eitt flogvit. Hann hevði gávur at gerast rithøvundur ella tónleikari, men hann gjørdist myndlistamaður. Og hann var errin av sínu støðu sum tann fyrsti professionelli - og størsti málarin, ið Føroyar høvdu fostrað. Hann málaði angistina, sorgina og saknin, sum føroyingar kendu í fyrru helvt av 20 øld. Málningarnir gjørdust partur av føroyska samleikanum. Hóast listarliga undangongu, so var Mikines í long tíðarskeið illa darvaður av sjúku. Hann var ringur av psoriasis, og húðin datt við jøvnum millumbilum av honum. Hartil hevði hann eitt trupult sinni, sum at enda fekk bilbugt við hann. Fyrri partur er um tíðarskeiðið fram til 1945, tá Mikines eftir kríggið flytur aftur til Føroyar.
Log ind og få adgang
Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialetUdgiver
KVF
Faustnummer
CFUSERIE_Sámal_Joensen-Mikines