Du er ikke logget ind
Del
Tilbage
Billede af materialet Jørgen Frantz ( 2 )
OnlineTVOptagelse
Jørgen Frantz ( 2 )
7.-10. klasse Ungdomsuddannelser Voksenuddannelser

KVF

Føroysk dokumentarsending í tveimum pørtum um føroyska rithøvundin Jørgen-Frantz Jacobsen, sum fekk syrgiliga lagnu. Longu á ungum árum fekk hann herviligu tuberklasjúkuna at dragast við. Hon legði honum sum vera man meinbogar í vegin og tarnaði framtíðarætlanum hansara. Jørgen-Frantz var ógvuliga gávuríkur maður, og var uppi í mongum vási. Ikki fyrr enn hann gjørdist so ússaligur, at hann legðist á song, fór hann undir skaldsøguna Barbara. Nú byrjaði ein kapprenning við deyðan at fáa bókina lidna. Hann var næstan komin á mál við skaldsøguni, tá ið maðurin við líggjanum var eftir honum. Jørgen-Frantz var einans 37 ára gamal, tá ið hann andaðist í mars 1938. William Heinesen greiddi bókina til prentingar fyri deyða barndómsvinmannin. Tá forlagið Gyldendal gav bókina út á heysti 1939, var hon stórliga fagnað. Barbara er framvegis millum mest lisnu skaldsøgur á donskum. Nils Malmros gjørdi miðskeiðis í 90-unum film yvir skaldsøguna. Filmurin var í 1998 heiðraður sum ársins danski filmur. Bókin og filmurin er í stórum søgan um kvinnuna, sum Jørgen-Frantz var brennandi ásttikin í stóran part av sínum vaksna lívi. Barbara var í veruleikanum Estrid Holm, seinni gift Bannister Good. Hon veitti Jørgen-Frantzi gævustundir, men eisini sváran hjartatrega. Hon gjørdist hansara "femme fatale". Í tveimum sendingum á jólum í røðini yvir Kendar føroyingar verður sagt frá lívi og tilveru Jørgen-Frantz Jacobsens. Jógvan Isaksen, Bergur Rønne Moberg, Hanus Kamban, Nils Malmros, Súsanna Danielsen og onnur siga frá. Vit hoyra eisini William Heinesen og Estrid Bannister Good í upptøkum frá 1974 greiða frá, nýggj leikbrot styðja uppundir frásøgnina, eisini verður upplestur úr forvitnisliga brævaskiftinum, sum Jørgen-Frantz hevði við eitt nú William og Estrid.


"Jørgen Frantz ( 2 )" er en del af

Serie
Jørgen Frantz

Side
af

Log ind og få adgang

Du skal logge ind med Unilogin eller WAYF - så kan du låne materialet

Sendingarnar lýsa væl Jørgen-Frantz Jacobsen og bókmentaliga virksemi hansara, bæði við myndum og frásøgnum frá væl vitandi heimildarfólkum.Tær egna seg væl saman við undirvísing í skaldsøguni "Barbara" ella til undirvísing í føroyskum bókmentum sum heild. Hóskandi til undirvísing í hádeild og á miðnámi og/ella til lærarafyrireiking.

Filmfotograf
Jógvan Eli Dam
Pædagogisk note
Sólvá Jónsdóttir
Tilrettelægger
Suni Merkistein
Udgiver
KVF
Udgivelsesår
2018
Faustnummer
CFUTV1141056
Fysisk beskrivelse
TV-optagelse
Sprog
Færøsk
Undertekster
Færøsk
Materialetype
TV-udsendelse
Spilletid
0 min..
TV-dato
12. dec. 2024 kl. 08.22